460 jarðskjálvtar í Íslandi í nátt

460 jarðskjálvtar í Íslandi í nátt
Sannlíkindi er fyri, at tað fer at goysa úr magmabrunninum undir Grindavík fyrsta dagin
Stúrt verður framvegis fyri, at tað fer at goysa undir Grindavík.
Mynd: Íslendska vegagerðin  
 
20.11.2023 - 09:16

Vandi er framvegis fyri, at tað fer at goysa í Grindavík í Íslandi.

Í nátt eru 460 jarðskjálvtar skrásettir síðani á midnátt. Tann harðasti var mátaður til 2,7.

Hildið verður framvegis, at sannlíkindi eru fyri, at tað fer at goysa úr magmabrunninum undir Grindavík fyrsta dagin.

Dátur vísa stóra broyting í magmatunlinum við Halgafell, og hildið verður, at tað er har gosið byrjar, hóast tað kann goysa úr allari sprunguni.

Myndugleikarnir hava boðað til tíðindafund kl. 11 í dag.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947