Andstøðan tekur ikki undir við lønarlyftinum

Andstøðan tekur ikki undir við lønarlyftinum
Flokkarnir taka kortini undir við, at landið, sum endurgjald fyri lønarlyftið, rindar allan skattafrádráttin til pensjónistar
Andstøðan í løgtinginum tekur ikki undir við lønarlyftinum. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
20.11.2023 - 08:18

Andstøðuflokkarnir taka ikki undir við lønarlyftinum hjá samgonguni.

Í einum áliti hjá fíggjarnevndini vísa Beinir Johannesen, Magnus Rasmussen og Steffan Klein Poulsen greitt á, at teir taka ikki undir við lønarlyftinum til ávísar fakbólkar.

Men teir taka undir við, at landið, sum endurgjald fyri lønarlyftið, rindar allan skattafrádráttin til pensjónistar. Hann verður í dag býttur millum land og kommunur.

Landsstýrið hevur gjørt avtalu við Kommunufelagið, sum ger, at kommunurnar ikki skulu gjalda tað, sum lønarlyftið kostar. 

Teir taka eisini undir við, at sendifólk uttanlands, sum eru fult skattskyldug í Føroyum, fáa rætt til barnafrádrátt. 

Endamálið er javnseta sendifólk við skattgjaldarar, sum búgva í Føroyum. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt páskadagur.
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878