Minni játtan fer at raka tænastuna hjá Strandferðsluni

Minni játtan fer at raka tænastuna hjá Strandferðsluni
Rakstrarjáttanin í fíggjarlógaruppskotinum er 10 milliónir minni enn væntað, og tí kann roknast við, at siglingin verður skerd, sigur strandferðslustjórin
Við minni játtan á fíggjarlógini lækkar tænastustigið hjá Strandferðsluni, sigur stjórin. (Savnsmynd)
 
17.11.2023 - 13:17

Rakstrarjáttanin á fíggjarlógini til Strandferðsluna er alt ov lítil, og verður einki gjørt, verður neyðugt at seta tiltøk í verk, sum raka tænastustigið.

Tað sigur Niels Juel Arge, stjóri á Strandferðsluni.

Stovnurin hevði væntað at fáa í minsta lagi 240 milliónir kr. á fíggjarlógini næsta ár til raksturin, men í fíggjarlógaruppskotinum eru bara 230 milliónir settar av.

 

Niels Juel Arge er stjóri á Strandferðsluni.

 

Strandferðslan er bundin av sáttmála við arbeiðstakararnar um Bygdaleiðir til 2027,  tí verður helst neyðugt at skerja siglingina, sigur Niels Juel Arge.

Trý skip verður tikin úr sigling, men tann sparingin fer ikki at gera mun fyrr enn í 2025, tí uppsagnarlønir skulu gjaldast umframt aðrar eingangsupphæddir.

Strandferðslan fer á fund við fíggjarnevndina í næstu viku.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

17112023_Niels_Juel_um_rakstrarjattan

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt páskadagur.
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878