Hækkingin í barsilsgjaldinum er ov lítil

Hækkingin í barsilsgjaldinum er ov lítil
Umboð fyri javnstøðunevndina hava verið á fundi í rættarnevndini um uppskotið at hækka barsilsgjaldið
3.000 kr. eru ikki nóg mikið til at smalka fíggjarligu gjónna millum kvinnur og menn, fekk rættarnevndin at vita frá umboðunum fyri javnstøðunevndina.
 
16.11.2023 - 08:44

Javnstøðunevndin heldur ikki, at 3.000 kr. eru nóg mikið, skal barsilsútgjaldið hækka.

3.000 kr. eru ikki nóg mikið til at smalka fíggjarligu gjónna millum kvinnur og menn.

Tað hevur rættarnevndin hjá løgtinginum fingið at vita frá javnstøðunevndini.

Rættarnevndin viðger uppskotið hjá andstøðuflokkunum um at hækka barsilsútgjaldið.

Javnstøðunevndin sigur, at kanningar vísa, at kvinnur missa nógv í løn, tá tær fáa børn. 

Og ein partur av loysnini er, at pápar taka størri part av barnsburðarfarloyvinum.

Tí, fyri hvønn mánað, sum pápin er í farloyvi, minkar gjógvin millum lønirnar hjá mammuni og pápanum, sigur Javnstøðunevndin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV