Ætlar at prístalsjavna kringvarpsgjaldið

Ætlar at prístalsjavna kringvarpsgjaldið
Politiskt kjak var um fíggjarligu støðuna hjá Kringvarpinum í Breddanum fyrrapartin
Sirið Stenberg er landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
15.11.2023 - 13:12

Landsstýriskvinnan í mentamálum er framvegis ikki komin á mál við arbeiðnum at bøta um fíggjarliga grundarlagið undir Kringvarpinum. 

- Fyrsta stigið verður at prístalsjavna kringvarpsgjaldið, sigur Sirið Stenberg, sum samstundis ásannar, at broytingin fær ikki gildi longu 1. januar.

Formaðurin í mentanarnevndini hjá løgtinginum, Sólvit Nolsø, er farin at ótolnast inn á landsstýrið .

 

Ivan Hentze Niclasen, kringvarpsstjóri, hevði kunnandi fund um støðuna fyri starvsfólkunum í Krngvarpinum í gjár. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

- Tað ber ikki til at blíva við at diskutera øll møgulig uppskot til loysnir, har summi gjalda meira og onnur gjalda minni, sigur hann.

Politiskt kjak var í Breddanum um fíggjarligu støðuna hjá Kringvarpinum í Breddanum fyrrapartin.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

15112023_Kjak_um_kringvarpid

 

Allur Breddin kann hoyrast her. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 5. mars
Mono - Føroyskar perlur (4:4)
188711
Mikudag 5. mars
Skratsj 5. mars 2025
188706
Mikudag 5. mars
LEITISSTEIN 04.03.2025
188686
Mikudag 5. mars
Góðan morgun Føroyar
188678
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (4:5)
188719
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (3:5)
188718
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (2:5)
188717
Mikudag 5. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188681
Týsdag 4. mars
Veðrið
188646