- Tíðindi, mentan og ítróttur
Annað umfar av "Sært tú meg?" gravar uppaftur djypri
Hóskvøldið verður ungdómsheimildarrøðin hjá Kringvarpi Føroya, “Sært tú meg?”, aftur í sjónvarpinum. Sendingin setir fýra ung saman, ið ikki kennast frammanundan, at tosa um sítt lív, kenslur og dreymar.
Fyrsta umfar av "Sært tú meg?" varð sent í sjónvarpinum á vári 2022, og hóskvøldið verður fyrsti partur av øðrum umfari sendur. Tað eru aftur tær báðar Maria Winther Olsen (31) og Anna Joensen-Næs (20), ið hava leikstjórnað og lagt til rættis.
Endamálið er at skapa eina hugburðsbroyting soleiðis, at Føroyar blíva eitt samfelag, har vit kunnu tosa opið og erligt um allar kenslur, bæði tær góðu og tær ringu, siga tær báðar.
Hvussu fingu tit hugskotið til "Sært tú meg?"
Maria: "Anna og eg hittust fyrstu ferð á filmsskúlanum Nóllywood í 2019. Eg samskipaði og undirvísti á Nóllywood, og eg endaði við at vera vegleiðari á filminum, ið Anna skuldi leikstjórna. Stuttfilmurin var ein roynd at seta fýra ung, sum ikki kendust frammanundan, saman at tosa um sínar kenslur. Filmurin bleiv sýndur á Geytanum 2019, og Ivani Hentze Niclasen, stjóri í Kringvarpi Føroya, dámdi so mikið væl hugskotið, at hann spurdi, um vit ikki kundu koma at framleiða okkurt líknandi fyri Kringvarp Føroya."
Hvør er munurin á fyrsta og øðrum umfari av "Sært tú meg?"
Maria: "Vit gera eina nýggja roynd, har vit grava uppaftur djypri. Síðsti partur í fyrsta umfari av "Sært tú meg?" snúði seg um sálarsjúku og avvarðandi, og nógv eftirlýstu meira líknandi tilfar í hesum umfari, og tað hava vit tikið til okkum. Hesa ferð býta vit eisini partarnar upp í evni, soleiðis at tey 16 ungu, sum luttaka, eru sett saman, tí tey hava eitthvørt í felag. Fyrsti partur snýr seg um familjuna, og har hitta vit fýra ung, sum ikki eru uppvaksin í einari siðbundnari kjarnufamilju. Her er talan um børn av ungum foreldrum, skilnaðarbørn, ættleidd ung, og ung, ið eru vaksin upp í einum heimi við rúsdrekka."
Anna: "Í hesum umfari hevur sálarfrøðingur eisini verið knýttur at framleiðsluni av "Sært tú meg?" fyri at lofta teimum ungu, um tørvur er á tí, bæði áðrenn og aftan á upptøkurnar. Vit ynsktu ikki at senda tey ungu heimaftur uttan at vera heilt vísar í, at tey vóru lend ordiliga oman á upptøkurnar. Vit hava eisini valt at hava ávaringarskeltir á øllum pørtunum, tí vit viðgera sera viðkvom evni so sum grova happing, etingarólag, kynsligan ágang, sjálvskaða og sjálvmorð. Men tá vit skuldu skriva ávaringar til sendingar, so gjørdist tað okkum greitt, hvussu trupult tað kann vera, tá ein skal leita sær sálarliga hjálp í Føroyum. Tað var søgt sagt ógvuliga torført at finna útav, hvar vit skuldu vísa fólki til, um tey standa í líknandi støðu sum eitt av okkara ungu og hava tørv á hjálp. Vit undraðust stórliga á, at vit onga beinleiðis lívlinju hava í Føroyum. Endateksturin bleiv brádliga øgiliga langur og fløktur, tí vit máttu vísa fólki til kommunulæknan, vaktlæknan, Barnabata, Sinnisbata og so framvegis. Vit vóna, at "Sært tú meg?" kann vera við til at bøta um hetta."
"Sært tú meg?" er ein røð, har tað verður skorið heilt inn á bein, sum tit eisini vísa á. Tey ungu tosa um evnir sum grova happing, etingarólag, kynsligan ágang, sjálvskaða og sjálvmorð. Hví halda tit, at tað er umráðandi at gera eina ungdómsrøð sum "Sært tú meg?" í Føroyum?
Maria: "Vit føroyingar hava lyndi til at fjala tað, ið vit fáa ilt í sálarlívið av. Hetta kemst av, at vit liva í einum lítlum oyggjasamfelag, har vit altíð kunnu vænta at møta hvørjum øðrum á gøtuni, til ein barnaføðingardag ella til eitt møti. Tá kann tað vera sera torført at tosa opið um okkara kenslur, tí okkara kenslur eru ofta knýttar at øðrum menniskjum. Møguliga hevur onkur, sum vit eru góð við, gjørt eitthvørt, ið hevur sært okkum. Tað merkja vit væl í "Sært tú meg?", tá luttakararnir skulu tosa um sambond í lívi sínum, og tað er júst hetta, vit royna at broyta við røðini. Eg ímyndi mær, at vit kunnu koma nærri hvørjum øðrum gjøgnum samrøður, tí tað er í tøgnini, tað er torførast at vera. Tú kanst siga, at eg vóni, at "Sært tú meg?" kann vera við til at menna eitt samfelag, har vit tora betur at blíva hoyrd og sædd."
Anna: "Vit ynskja í roynd og veru at skapa eina hugburðsbroyting, og vit droyma um einar Føroyar, har vit kunnu tosa opið og erligt um allar kenslur, bæði tær góðu, torføru, sárandi, niðurbrótandi, ræðandi og ljótu. Eg havi í fimm ár arbeitt við at bøta um sálarheilsuøkið her á landi sum forkvinna í Sinnisbata Ung. Tað hevur til tíðir verið tungt og hugnívandi at síggja, hvussu lítið vit í Føroyum enn gera fyri at bøta um psykiatriska økið. Eg trúgvi, at vit umvegis "Sært tú meg?" kunnu vísa á, hvussu neyðugt tað er at raðfesta psykiatriska økið."
Hvussu hava tit funnið fram til tey 16 ungu, sum eru við í øðrum umfari av "Sært tú meg?"
Anna: "Ferðin hevur verið drúgv. Á heysti 2022 varð lýst eftir ungdómum millum 17 og 25 ár til at luttaka í øðrum umfari av "Sært tú meg?". Nógvar umsóknir komu inn, og síðani byrjaði tilgongdin at velja út. Vit høvdu 30 ungdómar til samrøðu yvir tvær vikur, har tey skuldu deila sínar innastu kenslur og søgur við okkum. Vit hava verið noydd at geva fleiri ungum boð um, at tey ikki sluppu við hesa ferð. Tað var hart at skula siga við eitt ungt menniskja, ið endiliga hevur funnið sær dirvið til at siga sína søgu alment, at tey ikki sleppa við í hesum umfarinum av "Sært tú meg?" Vit vóna tó, at tað verður eitt triðja umfar, so nøkur av teimum ungu, sum ikki sluppu til orðanna hesa ferð, sleppa við næstu ferð."
Maria: "Fyri okkum er tað týdningarmikið, at tey ungu, ið eru við, eru ein breið umboðan av føroyska ungdóminum; at tey koma frá ymiskum bakgrundum, eru ymsastaðni frá í landinum, og eru ymiskar týpur, so at øll, ið hyggja at "Sært tú meg?", kenna seg umboðað."
Tit umrøða tung evnir í "Sært tú meg?". Hvussu er tað at skula rúma søgunum hjá teimum ungu?
Maria: "Hetta er ein stór ábyrgd, tí vit hava 16 viðbrekin ung um hendi. Samstundis sum vit eru leikstjórar, so virka vit eisini sum stuðulspersónar hjá luttakarunum. Tey ungu, teirra søgur og evnini, ið verða umrødd í røðini, fara undir húðina á tær, og tað er ikki nakað, ið tú bara leggur frá tær, tá tú fert heim. Uppgávan hjá sálarfrøðinginum var ikki bert at lofta luttakarunum, men eisini okkum, ið standa aftan fyri "Sært tú meg?"."
Anna: "Tað er hart at hoyra um tað, ið tey ungu stríðast við, tí tað er so ógvusligt. Mann fær djúpa samkenslu við teimum, men mann verður eisini ørkymlaður, tí hví skulu tey hava tað so? Samstundis sum tað kann kennast pissihart og órættvíst, so eru vit inniliga takksamar og stoltar av okkara luttakarum. Hvør teirra hevur eitt heilt serligt pláss í okkara hjørtum, og vit gleða okkum at vísa føroyingum, hvussu djørv og kul tey eru."
Fyrsti partur: Øðrvísi familjulív
Fyrsti partur av "Sært tú meg?" verður at síggja í sjónvarpinum hóskvøldið 16. november aftan á Dag og viku.
Síðani verða partarnir vístir næstu trý hóskvøldini. Til ber at fylgja við, hvat ið hendur aftan fyri "Sært tú meg?", og fáa nýggjastu vitanina um luttakararnar og røðina á Instagram og Facebook
1. sesong av "Sært tú meg?" kann síggjast her.