- Tíðindi, mentan og ítróttur
VÍF spælir heima í European Cup
Báðir dystirnir hjá VÍF í 3. umfari av European Cup verða spældir á heimavølli.
Dystirnir ímóti italska liðnum SSV Brixen verða spældir leygardagin 2. desember og sunnudagin 3. desember í ítróttahøllini í Vestmanna, skrivar felagið á facebook.
Tað eru 25 ár síðan, at VÍF seinast spældi ein evropeiskan dyst á heimavølli.
- Okkara viðhaldsfólk hava uppiborið at síggja sítt lið í slíkum dystum, serliga nú tað eru liðin so mong ár síðan seinast. Tí fóru vit í samráðingar við Brixen fyri at fáa báðar dystirnar, sigur Eyð Hansen, forkvinna í VÍF.
Hava fingið undantaksloyvi
Hóast semja fekst við italska felagið um dystirnar, máttu drúgvar samráðingar til við evropeiska hondbóltssambandið, EHF, áðrenn øll viðurskifti komu í rættlag.
Høllin í Vestmanna lýkur nevniliga ikki EHF-krøvini, men VÍF hevur fingið undantaksloyvi at spæla á heimavølli.
Seinast VÍF spældi ein evropeiskan dyst á heimavølli var í september í 1998 móti Dicken úr Finnlandi. Tá tapti VÍF báðar dystirnar. Árið fyri, í 1997, spældi VÍF ímóti Dinamo Bukarest úr Rumenia og vann seinna dystin við einum máli, ið varð skorað í síðstu løtu.