- Tíðindi, mentan og ítróttur
Russlandssáttmálin: Samgongan er ikki samd innanhýsis
Lítið røkist fyri einari breiðari semju í uttanlandsnevndini um fiskiveiðusamstarvið við Russland.
Spurnatekin kunnu eisini setast við, um samgonguumboðini í heila tikið eru samd.
Uttanlandsnevndin sendi landsstýrinum svarskrivið í gjár.
Men Kringvarpið skilir, at í ráðførðsluskrivinum frá uttanlandsnevndini til landsstýrið eru fimm minnilutaálit.
Tað sama skrivar heimasíðan vp.fo.
Endurspeglar flokkarnar
Bárður á Steig Nielsen, virkandi formaður í uttanlandsnevndini, segði í Degi og viku í gjárkvøldið, at svarini í ráðførðsluskrivinum endurspegla sjónarmiðini hjá flokkunum.
Sí innslag her:
Í uttanlandsnevndini eru sjey limir. Tjóðveldi hevur tveir limir, meðan allir hinir flokkarnir á tingi hava ein lim í part.
Tá ið talan er um fimm ymisk svar, sum landsstýrið fekk í gjár, merkir tað tískil, at ikki bert verður torført at fáa semju við andstøðuna, men at samgonguumboðini heldur ikki eru samd innanhýsis, um hvussu farast skal fram.
Vit hava roynt at fáa eina viðmerking frá Akseli V. Johannesen, løgmanni, men tað hevur ikki eydnast.
Í fjør var avgerðin um at leingja verandi fiskivinnusáttmála við Russland tikin 22. november.