- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nevndarviðgerð um verjusemju dregur út
Uppskotið hjá Sambandsflokkinum um Føroyar og verjusemjuna bleiv liggjandi í uttanlandsnevndini hjá løgtinginum.
Nevndin fekk málið 21. september og skuldi tí koma við áliti í seinasta lagi 21. oktober.
Men nevndin bað 19. oktober um freist til 7. november.
Tað vísti seg tó ikki at vera nóg mikið, so 7. november bað nevndin um freist til 4. desember.
Hana gekk hon.
Uttanlandsnevndin hevur viðgjørt málið, men fleiri innkallingar eru eftir, eru boðini frá nevndini.
Landsstýrið eigur at samráðast
Landsstýrið eigur at samráðast við tey, sum hava ábyrgdina av verjupolitiska økinum, heldur enn at sita hendur í favn og bíða eftir, hvørjum danska stjórnin kemur við, heldur Sambandsflokkurin.
Hann hevur uppskot til samtyktar um, at landsstýrið ger frágreiðing til uttanlandsnevndina um, hvørji ítøkilig stig kunnu takast, sum styrkja verjuna og trygdina í Føroyum og Norðuratlantshavinum.
Sambandsflokkurin sigur, at landsstýrismaðurin í uttanríkismálum hevur verið á nógvum fundum við danska verjumálaráðharran.
Men hann hevur boðað frá, at hann bíðar eftir ítøkiligum uppskotum frá donsku stjórnini.
Hann hevur higartil ikki viljað tikið virknan lut í verjusemjuni í fólkatinginum við teirri grundgeving, at slíkar semjur skulu gerast beinleiðis millum landsstýrið og donsku stjórnina, sigur Sambandsflokkurin.