Nýtt graslíki í Søldarfirði

Nýtt graslíki í Søldarfirði
Tá ið graslíkið varð skift á vøllinum við Løkin í fjør, varð gamli vøllurin skorin í petti og tikin av, og nakað seinni fluttur út til fleiri av sparkivøllunum í kommununi.
 
09.11.2023 - 20:02

Fleiri av gomlu vøllunum høvdu svart gummigranulat, og tað hevur í nógv ár verið eitt ynski at fáa aðrar vallir. Samstundis skuldi gamli vøllurin við Løkin beinast burtur so ella so.

Heldur enn at tyrva ella brenna gamla vøllin varð avgjørt at royna at endurnýta graslíkið í tann mun, tað bar til.

Fyrsta royndin er um dagarnar gjørd á sparkivøllinum í Søldarfirði.

Taekwondofelagið Hwarang Føroyar tók uppgávuna á seg at leggja gamla graslíkið út og líma tað.

Vøllurin er nú nærum klárur at nýta aftur og nú við grønum granulati. Í framtíðini kunnu børn og vaksin í økinum tí spæla á sama graslíkinum, sum í eini níggju ár var álitið á vøllinum við Løkin, skrivar Runavíkar kommuna á heimasíðuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. apríl
Góðan morgun Føroyar
190414
Týsdag 8. apríl
Morgunlestur týsdagur 8.apríl 2025
190383
Mánadag 7. apríl
Meinhard Hentze: Hetta var tað
190378
Mánadag 7. apríl
Góðan morgun Føroyar
190346
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 7. apríl
Hon leyp á leistum
190366
Sunnudag 6. apríl
Møti úr KFUM & K í Klaksvík
190331
Sunnudag 6. apríl
Andakt
190330
Leygardag 5. apríl
Sement 2025
190308