- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samgongufólk harta landsstýrismannin í vinnumálum
Limir í samgonguni finnast nú at politiska handalagnum hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni í vinnumálum.
Tað kom fram, tá uppskotið hjá Sambandsflokkinum um tøkugjald var til viðgerðar í tinginum í gjárkvøldið í kjalarvørrinum av uppsagnunum á Bakkafrosti.
Limir úr Javnaðarflokkinum, Framsókn og Tjóðveldi funnust at, at landsstýrismaðurin ikki er komin við broytingum í tøkugjøldunum, hóast hann lovaði hetta, tá samgongan hevði samtykt dagførdu tøkugjøldini í mai.
Uni Holm Johannesen, Javnaðarflokkurin.
Hanna Jensen, Framsókn. (Mynd. Bjarni Árting Rubeksen)
Erling Eidesgaard, Tjóðveldi. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Høgni Hoydal, landsstýrismaður í vinnumálum, segði, at hann hevur eitt uppskot klárt, sum broytir tøkugjaldsstigan, men tað er ein orsøk til, at tað ikki er borið tinginum.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
Uppskotið hjá Sambandsflokkinum er farið í vinnunevndina, sum hevur fund mánadagin.