- Tíðindi, mentan og ítróttur
Búskaparfrøðingur: Samgonguflokkarnir eru bakkaðir í fiskivinnumálum
Talan er um eina lítla broyting í lógartekstinum, men eina øgiliga stóra politiska broyting, tá vit síggja, at Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Framsókn hava bakkað aftur til somu støðu, sum Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin hava.
Dennis Holm er landsstýrismaður í fiskivinnumálum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Tað sigur búskaparfrøðingurin Hermann Oskarsson um ætlanirnar hjá Dennisi Holm, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, at gildistíðin á veiðiloyvum skal vera tíggju ár.
- Hetta er ein skandala fyri føroyskt vinnulív, sigur Hermann Oskarsson.
Hann var í Breddanum fyrrapartin:
Í Breddanum var eisini politiskt kjak um evnið.
At kjakast vóru komnir Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum, Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, og Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum.
Allur Breddin kann hoyrast her.