Vinnunevndin viðger tøkugjøld mánadagin

Vinnunevndin viðger tøkugjøld mánadagin
Ætlanin um at skundviðgera uppskotið hjá Sambandsflokkinum miseydnaðist, og tí galda vanligu tíðarfreistirnar
Erhard Joensen er formaður í vinnunevndini. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
09.11.2023 - 11:54

Tað verður ikki fyrr enn mánadagin, at vinnunevndin kemur saman at viðgera uppskotið hjá Sambandsflokkinum, um at minka tøkugjaldið fyri góðskaðan laks. 

Sambandsflokkurin royndi annars í gjár at fáa tingið at víkja frá tíðarfreistunum, so at málið kundi avgreiðast í gjár, men meiriluti var ikki fyri hesum.

Uppskotið verður tí viðgjørt eftir vanligu tíðarfreistunum, og ætlanin var at byrja nevndarviðgerðina longu í dag. 

Erhard Joensen, formaður í vinnunevndini sigur, at tað ikki bar til at savna allar limirnar í vinnunevndini fyrr enn mánadagin.

Hetta broytir tó væntandi ikki tíðarætlanina, 2. onnur viðgerð av uppskotinum skal vera týsdagin, og 3. viðgerð síðst í næstu viku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV