- Tíðindi, mentan og ítróttur
Umseta skrivligar frágreiðingar til føroyskt og grønlendskt
Umseta skrivligar frágreiðingar til føroyskt og grønlendskt
Frágreiðingin hjá Mette Frederiksen, forsætisráðharra, um støðuna í ríkisfelagsskapinum verður eisini umsett
09.11.2023 - 08:41
Skrivligar frágreiðingar, sum umfata Føroyar og Grønland, vera nú umsettar til føroyskt og grønlendskt.
Tað hevur formansskapurin í fólkatinginum avgjørt.
Frágreiðingin um Arktis, sum Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri, gav fólkatinginum 12.oktober, er umsett.
Føroyska útgávan er 13 síður.
Frágreiðingin verður viðgjørd í fólkatinginum 14.november.
Frágreiðingin hjá Mette Frederiksen, forsætisráðharra, um støðuna í ríkisfelagsskapinum verður eisini umsett.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV