Uppskotið verður neyvan skundviðgjørt

Uppskotið verður neyvan skundviðgjørt
Sambandsflokkurin hevur ikki fingið neyðugu undirtøkuna at víkja frá tíðarfreistunum
Bárður á Steig Nielsen, formaður i Sambandsflokkinum, hevur roynt at fáa uppskotið skundviðgjørt, men tað sær ikki út til at eydnast.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.11.2023 - 15:49

Líkt er ikki til, at Sambandsflokkurin fær undirtøku fyri ætlan síni um at fáa uppskotið um tøkugjøld skundviðgjørt í tinginum í dag.

Undirtøka krevst frá trimum fimtingum av tinginum fyri at fáa víkja frá tíðarfreistunum á øllum viðgerðarstigum, og ivasamt er, um undirtøkan verður so stór.

Atkvøtt verður um tað seinni í kvøld.

Uni Holm Johannesen, tingmaður, í samrøðu við Eyðgunn Samuelsen, forkvinnu í tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Uni Holm Johannesen, sum umboðar Javnaðarflokkin í vinnunevndini, sigur, at hann vil hava stundir at hoyra ymisk sjónarmið, tá málið kemur til viðgerðar í nevndini, men sigur seg vera sinnaðan at avgreiða málið skjótt:

 

08112023_Uni

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV