Sambandsflokkurin vil hava málið um tøkugjøld skundviðgjørt

Sambandsflokkurin vil hava málið um tøkugjøld skundviðgjørt
Fáast nóg nógvar undirskriftir, skal víkjast frá tíðarfreistum, og málið skal avgreiðast í dag
Bárður á Steig Nielsen er formaður í Sambandsflokkinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.11.2023 - 13:13

Sambandsflokkurin er farin at savna undirskriftir í tinginum í eini roynd at fáa málið um tøkugjøld skundviðgjørt.

Fáast fáa nóg nógvar undirskriftir, skal víkjast frá tíðarfreistum á øllum viðgerðarstigum, so tingið kann avgreiða málið í dag.

Uppskotið hjá Sambandsflokkurin kemur til fyrstu viðgerð seinnapartin.

Skotið verður upp, at gjaldið skal hava eitt loft, sum 7,5 prosent. Nú er loftið 20 prosent.

Samstundis hevur Bakkafrost kunnandi fund fyri teimum 140 starvsfólkunum, sum eru søgd upp at fara úr starvi á nýggjárinum.

Tróndur Olsen, sum fylgir málinum í tinginum, sigur, at summi samgongufólk hava hug at taka undir við uppskotinum hjá Sambandsflokkinum.

Hoyr innslag útvarpstíðindunum og samrøðu við Bárð á Steig Nielsen, formann í Sambandsflokkinum:

 

08112023_Trondur_ur_tinginum

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV