Tingið viðger uppskot um tøkugjald í dag

Tingið viðger uppskot um tøkugjald í dag
Sambandsflokkurin skjýtur upp, at loftið á gjaldinum skal vera 7,5 prosent
Í dag fáa 140 fólk á góðskingarvirkinum hjá Bakkafrosti á Glyvrum at vita, at tey eru søgd úr starvi. (Savnsmynd)
 
08.11.2023 - 08:18

Uppskotið hjá Sambandsflokkinum um tøkugjaldið fyri laks verður viðgjørt í løgtinginum í dag.

Uppskotið er, at gjaldið skal hava eitt loft, sum 7,5 prosent.

Nú er loftið 20 prosent.

 

Sambandsflokkurin eigur uppskotið um tøkugjøld, sum fær fyrstu viðgerð í dag.

 

Uppskotið eitur áseting av lofti í tøkugjaldinum fyri part av laksaframleiðsluni, sum fer til meirvirking.

Sjey onnur uppskot hava fyrstu viðgerð á tingfundinum í dag, sum byrjar kl.11.

 

Kári Egholm Jacobsen er stjóri fyri liðugt virkaðar vørur hjá Bakkafrosti.

 

140 fólk søgd upp

Á nýggjárinum missa 140 fólk starvið á góðskingarvirkinum hjá Bakkafrosti á Glyvrum.

Tað boðaði samtakið frá í gjár. Starvsfólkini fáa uppsøgnina í dag. 

- Tað er neyðugt stig at taka, segði Kári Egholm Jacobsen, er stjóri fyri liðugt virkaðar vørur hjá Bakkafrosti í Degi og viku í gjárkvøldið. 

Síðani nýggja tøkugjaldið var samtykt, eru fortreytirnar broyttar, og tí eru færri langtíðarsáttmálar gjørdir fyri næsta ár:

 

08112023_Kari_um_tokugjald

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV