- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ráðførslan um russlandssáttmálan byrjað
Um hálvgum fýra tíðina fóru Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, og Høgni Hoydal, landsstýrismaður í vinnu- og uttanríkismálum, á fund við uttanlandsnevndina at ráðføra seg um russlandssáttmálan.
Bárður á Steig Nielsen, sum er næstformaður í nevndini, situr í formanssessinum í dag, tí formaðurin, Bjarni Hammer, er staddur á ST-aðalfundi í New York.
Nógv embætisfólk í landsstýrinum eru eisini við á fundinum við fundinum í uttanlandsnevndini.
Bárður á Steig Nielsen váttar, at uttanlandsnevndin hevur vitað um, hvat landsstýrið ætlar í málinum um fiskiveiðisáttmálan við Russland, í eina góða viku.
Einki er likið út um innihaldið í ráðførsluskjalinum, men tað skilst, at landsstýrið ætlar at fara til samráðingarborðið við Russland, tó við ymiskum treytum.
Árni Gregersen, politiskur viðmerkjari, segði soleiðis í samrøðu við John Johannessen í útvarpstíðindunum klokkan fýra:
Bjarni Árting Rubeksen tók myndirnar, tá limir í uttanlandsnevndini fóru á fund seinnapartin: