- Tíðindi, mentan og ítróttur
Uttanlandsnevndin bíðar eftir viðgerð um skattalætta
Dagført: Fundurin í uttanlandsnevndini er byrjaður.
Ráðførslan við løgtingsins uttanlandsnevnd, sum skuldi byrja klokkan 15, er útsett til klokkan 15.30, tí bíðað verður eftir, at fyrsta viðgerð av uppskotunum um skattalætta og skattaumskipan í tinginum skal vera liðug.
Aksel V. Johannesen, løgmaður, Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkismálum, og Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, fara at ráðføra seg við uttanlandsnevndina um málið.
Skjalið frá landsstýrinum um russlandssáttmálan, sum løgmaður og landsstýrismenninir skulu ráðføra seg um, fekk uttanlandsnevndin fyri nøkrum døgum síðani.
Seta treytir
Ógreitt er, hvat stendur í skjalinum, men Dennis Holm, landsstýrismaður, hevur sagt, at fiskiveiðisáttmálin við Russland, sum vanliga hevur verið eitt fiskivinnumál burturav, nú eisini er eitt uttanríkismál.
Av tí at Bjarni Hammer, sum er formaður í uttanlandsnevndini, er á ST-aðalfundi í New York í hesum døgum, fer næstformaðurin í nevndini, Bárður á Steig Nielsen, at sita í formanssessinum í dag.
Varamaður hjá Bjarna Hammer í uttanlandsnevndini er Henrik Old.
Tá ráðførslan hevur verið, fer uttanlandsnevndin at taka støðu til málið, men tað er greitt, at nevndin verður ikki liðug við viðgerðina í dag.