Pólland fær væntandi nýggjan forsætisráðharra í dag

Pólland fær væntandi nýggjan forsætisráðharra í dag
Alt bendir á, at Donald Tusk, fyrrverandi ES-forseti, verður nýggjur stjórnarleiðari
Donald Tusk verður helst nýggjur forsætisráðharri í Póllandi.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
06.11.2023 - 14:19

Pólski forsetin, Andrzej Duda, fer helst at velja forsætisráðharra í Póllandi seinni í dag ella í kvøld.

Tað skrivar skrivstovan hjá forsetanum, sambært tíðindastovuni Reuters.

15. oktobur var val í Póllandi. Tá vann konservativi stjórnarflokkurin Lóg og Rættvísi, PiS, og gjørdist landsins størsti flokkur.

Men flokkurin misti kortini meirilutan í tinginum.

 

Tríggir flokkar í samgongu

Tí verða tað helst tríggir flokkar, sum taka undir við evropiskum samstarvi, sum fara at skpa stjórn, undir leiðslu av Donald Tusk, sum eisini var pólskur forsætisráðharri frá 2007 til 2014.

Donald Tusk hevur eisini verið forseti í ES. 

Hann hevur mælt forsetanum til ikki at drála við at velja forsætisráðharran.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948