Noyðast at avlýsa undirvísing í grønlendskum

Noyðast at avlýsa undirvísing í grønlendskum
Fólk við førleikum søkja starv, men tá tey fáa at vita um lønina, taka tey ikki av
Tað meira enn so fyri, at eingin undirvísing er í grønlendskum á studentaskúlanum í Nuuk. (Mynd: KNR)
 
06.11.2023 - 10:53

Grønlendskt mál eigur at vera ein kjarnulærugrein í studentaskúlanum. Tí er tað vorðið ein stórt vandamál, at tað gongst so illa at fáa fólk við førleika at undirvísa í grønlendskum.

Tað sigur Hanne Larsen, rektari á studentaskúlanum í Nuuk, við grønlendska kringvarpið, KNR.

Í fjør góvust fýra lærarar, sum undirvístu í grønlendskum.

Síðani hava fólk, sum hava neyðugu førleikarnar, verið til starvsfólkasamrøðu, men tá tey fáa at vita, hvat lønin er, er eingin áhugi fyri starvinum.

 

Fólkaskúlalærarar og lesandi

Síðani skúlaárið byrjaði 9. august, hava tríggir lærarar verið knýttir at undirvísingini í grønlendskum á studentaskúlanum í Nuuk. Tveir hava undirvíst í skúlastovuni, og tann triði hevur undirvíst á netinum, tí viðkomandi er ikki staddur í Nuuk.

Støðan hevur við sær, at neyðugt hevur verið at seta tríggjar fólkaskúlalærarar og lesandi á universitetinum at undirvísa í grønlendskum, men tað er ikki nøktandi, tí tað liggur ikki altíð fyri hjá teimum lesandi at undirvísa.

Hanne Larsen sigur, at stundum er neyðugt hjá sær at fara í flokshølið at greiða næmingunum frá, at eingin undirvísing verður í grønlendskum, tí eingin lærari er tøkur. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948