Framvegis ósemja um býtið av uppsjóvarfiski

Framvegis ósemja um býtið av uppsjóvarfiski
Ísland hevur formansskapin í samráðinginum um makrel og sild og Bretland um svartkjaft
ICES mælir til, at heildarkvotan av sild minkar 24 prosent, niður í 390.000 tons.
 
06.11.2023 - 08:17

Strandarlondini eru framvegis ikki vorðin samd um, hvussu uppsjóvarfiskurin skal býtast næsta ár.

Tey eru tó samd um at fylgja tilmælunum hjá ICES.

Serliga sildin er illa fyri.

ICES mælir til, at heildarkvotan minkar 24 prosent, niður í 390.000 tons.

Miðað verður eftir at hava ein ella tveir fundir um sildina fyri ársskiftið.

Ísland hevur formansskapin í samráðinginum um makrel og sild og Bretland um svartkjaft.

Keyparar hótta nú við at keypa aðrar vørur, um strandarlondini ikki halda seg til tilmælini hjá  ICES, ikki bara í orðum, men eisini í verki.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114