Heiðursmerkið glapp

Heiðursmerkið glapp
Tað eydnaðist akkurát ikki at vinna heiðurmerki, tá føroyska badmintonlandsliðið kappaðist í smálandakapping í Malta
Føroyar fingu 4. plássið í fyrstu smálandakappingini, sum var á Malta
Mynd: Badmintonsamband Føroya  
 
06.11.2023 - 07:54

Tað eydnaðist akkurát ikki hjá føroyska badmintonlandsliðnum at vinna heiðursmerki í síni fyrstu smálandakapping.

Føroyar endaðu á 4. plássið eftir 3-2 tap fyri Malta í bronusdystinum.

 - Stigið á kappingini er høgt, og okkara landslið hevur fingið spælt nakrar sera góðar liðdystir hetta vikuskiftið, sigur Katrin Jacobsen, forkvinna í Badmintonsambandinum, eftir kappingina, sum helst verðuyr afturvendandi.


Máttu lúta fyri Íslandi í hálvfinaluni

Føroyska liðið spældi seg sannførandi víðari í bólkaspælinum.

Við 5-0 sigrum á Liktinstein og Gibraltar og einum teprum 3-2 sigri á Malta, spældu føroyingarnir seg í hálvfinaluna, har Ísland varð ov sterkt.

Asbjørn Heide Olsen, Magnus Dal-Christiansen, Christian Berg Petersen, Miriam í Grótinum, Bjarnhild í Buð Justinussen og Sanna og Mia Thorkildshøj umboðaðu Føroyar í kappingini.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772