MVG-stuðul til hitapumpur skal halda fram

MVG-stuðul til hitapumpur skal halda fram
Fólkaflokkurin vil leingja tíðarskeiðið, fólk fáa meirvirðisgjaldi á hitapumpuskipanir endurgoldið úr landskassanum.
 
05.11.2023 - 13:50

Sambært galdandi lóg verður afturberingin av meirvirðisgjaldinum minkað niður í helvt næsta ár. Lógin ásetir, at 50 prosent av meirvirðisgjaldinum verður endurgoldið í 2024 og í 2025, og síðani fer stuðulsskipanin úr gildi.

Fólkaflokkurin vil leingja tíðarskeiðið, fólk fáa meirvirðisgjaldi á hitapumpuskipanir endurgoldið úr landskassanum. Fólkaflokkurin hevur lagt uppskot fyri løgtingið um at fult endurgjald verður latið, eisini næsta ár.

Fólkaflokkurin sigur í viðmerkingunum til lógaruppskotið, at orku- og veðurlagspolitikkurin mælir til at mvg-frítøka á góðkendar hitapumpuskipanir heldur fram til 2025. Eisini kom steðgur í jarðhitaboringar fyrr í ár, og tað hevur longt bíðitíðina eftir grønum orkuskipanum. Tí eigur stuðulsskipanin at halda fram, heldur flokkurin sum mælir til, at alt meirvirðisgjaldið verður endur endurgoltið næsta ár, meðan helvtin av meirvirðisgjaldinum verður endurrindað í 2025.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV