- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fiskar eftir breiðari semju
-Við at áseta 10 ára gildistíð á veiði- og fiskiloyvi vóni eg at finna breiða, politiska semju og harvið skapa støðugar karmar fyri fiskivinnuna.
Tað sigur Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sum higartil ikki hevur viljað longt gildistíðina á loyvunum, sum undir síðstu samgongu vóru ásett til 12 ár.
Sambært tí skipanini skal landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum á hvørjum ári í løgtingið við uppskoti um at leingja loyvini við einum ári.
Dennis Holm hevur brúkt síðsta hálva árið til at finna útav, hvat er besta loysnin. Niðurstøðan er, at verandi leistur heldur fram - men tó við 10 ára loyvum.
Næstsíðsta samgonga ásetti loyvistíðina til átta ár, síðata samgonga ásetti loyvistíðina til 12 ár. Og nú leggjur landsstýrismaðurin seg mitt í millum.
Sambært galdandi sjófeingislóg fara veiði- og fiskiloyvini úr gildi 1. januar 2034. Við nýggja leistinum fer landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum á heysti næsta ár at bera løgtinginum uppskot um at leingja gildistíðina á veiðirættindum til 1. januar 2035.