- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landsstýrið heldur tíðindafund um skattalætta mitt í verkfallinum
Seinnapartin í dag, meðan samfelagið sleikir sárini eftir ógvusligu orrustuna millum politisku skipanina øðrumegin og fakfelagsrørsluna hinumegin, bjóðar landsstýrið til tíðindafund í Tinganesi.
Tíðindafundurin, sum verður í Tinganesi klokkan 14.30, snýr seg ikki um støðuna á arbeiðsmarknaðinum, men um ætlaða skattalættan hjá landsstýrinum.
"Eg skilji væl, um fólk undrast á timingina, men talan er um eina stóra og umfatandi skattaumskipan, sum vit halda tað vera rættast at greiða fólki frá," sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.
Eftir samgongufund í síðstu viku boðaði Aksel V. Johannesen, løgmaður, frá, at nú var semja um skattalættan, og fíggingin var funnin. Almenningurin fekk tó einki at vita um innihaldið ella fíggingina.
Tað verður so í dag.
Klokkan eitt er løgtingsfundur, har bara framløga er á skránni. Tá verða lógaruppskotini, sum eru grundarlagið undir skattalættanum, løgd fram.
Og klokkan hálvgum trý seinnapartin er so bjóðað til tíðindafund í Tinganesi, har Aksel V. Johannesen, Høgni Hoydal og Ruth Vang í felag leggja fram skattalættan.
Lyftið, at lág- og miðallønt fáa ein skattalætta, sum verður fult fíggjaður, varð givið longu í samgonguskjalinum.
Men tað hevur verið trupult at halda seinna partin av setninginum, at skattalættin skal vera fult fíggjaður. Tí var skattalættin ikki við, tá uppskotið til fíggjarlóg varð lagt fram síðst í september.
Í dag skal leingi fráboðaði skattalættin almannakunngerast: