Skúlagongdin í morgin rakt av samhugaverkfalli

Skúlagongdin í morgin rakt av samhugaverkfalli
Lærarar fara nú í samhugaverkfall við sjúkrarøktarfrøðingunum, boðar Føroya Lærarafelag frá
Føroya Lærarafelag og formaður tess, Jacob Eli Olsen, ganga nú eisini í slóðini hjá Pedagogfelagnum og Starvsfelagnum og hava lýst samhugaverkfall
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
02.11.2023 - 22:40

Altsamt fleiri fakfeløg lýsa nú samhugaverkfall við sjúkrarøktarfrøðingunum. 

Limirnir í Føroya Lærarafelag fara nú eisini í samhugaverkfall í morgin, og tað merkir, at eingin skúlagongd verður. 

Føroya Lærarafelag skrivar á heimasíðu felagsins í kvøld:

----

Føroya Lærarafelag lýsir samhugaverkfall frá fríggjadegnum 3. november 2023 kl. 7.00 til fríggjadagin 3. november 2023 kl. 17.00.

Fráboðan um samhugaverkfall

Nú Løgtingið ger seg inn á verkfalsrættin hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrartøktarfrøðingar, verður við hesum boðað frá, at sáttmálasettu limir Føroya Lærarafelags fara í samhugaverkfall frá fríggjadegnum 3. november 2023 kl. 7.00 til fríggjadagin 3. november 2023 kl. 17.00.

Verkfallið er galdandi fyri limir, sum starvast í fólkaskúlanum.

Verkfallið umfatar ikki tænastumenn, skúlastjórar, varaskúlastjórar, fyrstilærarar, lærarar í forskúlum og lærarar í serflokkum.

 

Føroya Lærarafelag

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. februar
Kallið: "Eg varnaðist, at deyðin var har".
188104
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151