Óluva kennist ikki við tølini hjá Ruth

Óluva kennist ikki við tølini hjá Ruth
Tá løgtingið leggur upp í verkfall, er talan um valdsmisnýtslu, sigur forkvinnan í Felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar
Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar.
 
02.11.2023 - 13:18

Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar, vísir aftur, at sjúkrarøktarfrøðingarnir hava kravt 14 prosent í lønarhækking í trý, soleiðis sum Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, vil vera við.

Hon sigur, at Ruth Vang sleingir um seg við tølum, og sjúkrarøktarfrøðingar vita ikki, hvat útrokningarnar hjá Figgjarmálaráðnum byggja á:

 

02112023_Oluva_1

 

Sjúkrarøktarfrøðingar vóru væl umboðaðir á áhoyraraplássinum í tinginum fyrrapartin. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Tá løgtingið leggur upp í eitt verkfall, er talan um valdsmisnýtslu, og tað kann ikki góðtakast, sigur Óluva í Gong:

 

02112023_Oluva_2

 

Stutt eftir, at uppskotið um at leggja upp í verkfallið var lagt fram, boðaði Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar frá, at allir sjúkrarøktarfrøðingar, sum eru fevndir av sáttmálum við Fíggjarmálaráðið, skulu fara til hús. 

Verkfallið umfatar sjúkrarøktarfrøðingar á hesum arbeiðsplássum: 

Sjúkrahúsverk Føroya, Heilsutrygd, Gigni, Almannaverkið, Hvíldarheimið Naina, Blákross, Heilbrigdi, Herbergið, Fróðskaparsetur Føroya, Heilsuskúli Føroya

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. januar
Vegamót: Støðan í ríkisfelagsskapinum
187006
Týsdag 28. januar
Veðrið
186991
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881