Ákærurnar móti fyrrverandi danska verjumálaráðharranum eru sleptar

Ákærurnar móti fyrrverandi danska verjumálaráðharranum eru sleptar
Málið snúði seg um, at fyrrverandi verjumálaráðharrin skal hava likið loyniligar upplýsingar
 
01.11.2023 - 21:13

Ákærurnar móti fyrrverandi danska verjumálaráðharranum Claus Hjorth Frederiksen verða sleptar. 

Advokaturin hjá Claus Hjorth Frederiksen váttar tíðindini fyri donskum miðlum í dag.

Fyrrverandi verjumálaráðharrin sum var ákærdur fyri at leka loyniligar upplýsingar, sigur sjálvur, at hetta er ein lætti.

- Tað er ein lætti, at málið endar, mem eg eri skelkaður um politisku síðuna av málinum, segði Claus Hjorth Frederiksen við danska TV2.

Í 2021 vóru fimm fólk skuldsett fyri at hava likið loyniligar upplýsingar. Ein teirra var fyrrverandi verjumálaráðharrin, og hini fýra arbeiddu í fregnartænastuni hjá donsku verjuni, - millum annan stjórin Lars Findsen.

Hann varð skuldsettur eftir eini lógargrein, har revsingin er upp í 12 ár, fyri at hava likið ríkisloynidómar og í einum føri fyri at hava brotið tagnarskylduna.

Lars Findsen sat í fongsli í 70 dagar, innan landsrætturin gjørdi av at lata hann leysan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948