Koronufarsóttin: Boris Johnson ikki rætti maðurin at leiða Bretland

Koronufarsóttin: Boris Johnson ikki rætti maðurin at leiða Bretland
Fyrrverandi samskiftisstjóri hjá Boris Johnson sigur, at forsætisráðharrin drálaði við at taka avgerðir, og hann broytti støðu í heilum
Boris Johnson, fyrrverandi forsætisráðharri í Bretlandi. (Savnsmynd: Ritzau Scanpix)
 
01.11.2023 - 10:42

- Fyrrverandi bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, var ikki rætti maðurin at leiða Bretland gjøgnum koronufarsóttina. 

Tað sigur fyrrverandi samskiftisstjórin hjá Boris Johnson.

- Hann er ein, sum ofta bíðar við at taka avgerð, sum ofta leitar sær ráð hjá fleiri pørtum, og sum broytir støðu í málum, segði Lee Cain, tá hann í gjár greiddi nevndini frá, sum kannar, hvussu bretskir myndugleikar handfóru koronufarsóttina.

 

 

130.000 fólk doyðu

Bretland var fyrsta árið, sum farsóttin herjaði, millum harðast raktu lond í heiminum. 

Frá á vári 2020 til juli 2021 doyðu nærum 130.000 fólk av koronu í Bretlandi.

Funnist var hvassliga at Boris Johnson og stjórnini hansara fyri ikki at taka farsóttina í álvara. 

Lee Cain segði seg vera fyrilagstan av, at Johnson ivaðist so nógv.

- Hetta var ikki rætta kreppan til hansara førleikar. Tað krevur skjótar avgerðir at handfara eina farsótt, at standa við avgerðirnar og halda orð.

 

Fall í ónáði

Dominic Cummings, sum var tættasti ráðgevin hjá Boris Johnson, skal eisini tosa við kanningarnevndina. 

Cummings var ein av týdningarmestu stuðulunum hjá Boris Johnson, til november 2020, tá ið hann fall í ónáði og var sagdur úr starvi. 

Síðani hevur hann fleiri ferðir verið í opnum stríð við fyrrverandi stjóran hjá sær.

Johnson og núverandi forsætisráðharrin, Rishi Sunak, skulu eftir ætlan tosa við nevndina seinni í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948