Lægri skattastig

Lægri skattastig
Býráðið í Sunda kommunu hevur samtykt fíggjarætlanina fyri 2024, har eitt nú skattastigið lækkar við 0,55 prosent-stigum, úr 21,5 prosentum niður í 20,95 prosent
 
31.10.2023 - 20:32

Sunda kommuna fer at gera íløgur fyri 46,6 mió.kr. Størsta íløgan er útstykking á Oyrarbakka, har 27 grundstykki skulu gerast.

Tað arbeiðið er byrjað.

13 aðrar raðfestingar síggjast í fíggjarætlanini.

Millum annað brúgv um Stórá millum Hvalvík og Streymnes, spillivatnsskipan í Tjørnuvík og Saksun, vinnuøki í Hvalvík, ferðavinna og almenn vesi.

Sunda kommuna er væl fyri fíggjarliga, og skuldin er umleið ein fjórðing av einari álíkning.

Við íløgunum næsta ár verður roknað við, at skuldin verður slaka hálva álíkning, skrivar kommunan á heimasíðu síni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV