Heilsutrygd letur fult ískoyti til viðgerð fyri angist og tunglyndi

Heilsutrygd letur fult ískoyti til viðgerð fyri angist og tunglyndi
Tilboðið verður galdandi fyri fólk millum 15 og 25 ár
Kunngerðin um ískoyti frá Heilsutrygd skal koma í gildi 1.januar. (Savnsmynd)
 
31.10.2023 - 10:52

Uppskot er nú gjørt um, at Heilsutrygd kann geva fult ískoyti til í mesta lagi 12 viðgerðir hjá privatum sálarfrøðingi til fólk millum 15 og 25 ár, sum hava angist ella lætt tunglyndi. 

Uppskotið um kunngerð er sent til hoyringar.

Tey, sum ætla at fáa hesa viðgerð, skulu hava ávísing frá kommunulækna.

Kunngerðin skal koma í gildi 1.januar.

Higartil hevur tilboðið eisini verið til fólk millum 25 og 35 ár.

Men tað tilboðið, sum var ein royndarverkætlan í trý ár, heldur uppat í dag. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV