Netanyahu vil ikki hava vápnahvíld

Netanyahu vil ikki hava vápnahvíld
Vápnahvíld er tað sama sum at geva seg yvir til Hamas, yvirgang og ørskap, sigur ísraelski forsætirsráðharrin
Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
31.10.2023 - 08:50

Á tíðindafundi í gjár vísti Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, aftur, at nakar møguleiki er fyri vápnahvíld móti Hamas.

- At eggja Ísrael til vápnahvíld, er tað sama sum at geva seg yvir til Hamas, til yvirgang og ørskap. Tað fer ikki at henda, segði Netanyahu.

Ísraelski forsætisráðharrin leggur eisini afturat, at ongin hevði eggjað USA til vápnahvíld, tá álop varð framt á Pearl Harbor undir øðrum veraldarbardaga. 

Netanyahu sigur, at talan er um eina søguliga tíð fyri Ísrael, og at sjálvt tey mest rættvísu kríggini hava óætlaðar avleiðingar fyri sivilfólk.

 

Áki Johansen, føroyskur sendimaður í Ísrael.

 

Áki Johansen, føroyskur sendimaður í Ísrael, sigur, at stjórnin hjá Netanyahu mist nógva undirtøku í Ísrael. 

Áki Johansen var gestur í Degi og Viku í gjárkvøldið:

 

31102023_Aki_Johansen


 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948