Svøríki: Nógv ung eru virkin í kriminella umhvørvinum

Svøríki: Nógv ung eru virkin í kriminella umhvørvinum
Um 1.700 børn og ung eru tætt við ella partur av skipaða kriminella umhvørvinum í Svøríki
 
30.10.2023 - 18:46

 

Tað eru 400 fólk fleiri, enn tað vóru í fjør, vísa tølini, sambært svensku P4-rásini.

- Tey skipaðu kriminellu finna sær gerningsfólk, sum eru yngri og yngri. Og tað vekir stúran í Svøríki, sigur Erik Nord, leiðari fyri granskingareindini hjá løgregluni í vestur-Svøríki.

Løgregluovastin Anders Thornberg hevur sagt, at Svøríki hevur umleið 30.000 fólk í kriminella umhvørvinum sum hava tilknýti til skottilburðir og spreingingar, sum hava verið í landinum.

Men granskarar ivast í tølunum, og løgreglan hevur ikki viljað greitt frá, hvussu hon hevur funnið til, at tað eru 30.000 fólk, skrivar NTB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948