![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/myndasavn-width/public/logmadur_16-9-sharpenai-motion_1.jpg?itok=Zv-UduOB)
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgmaður ikki broytt hugsan um føroyska leiklutin í Føroyingahavnini
Løgmaður ikki broytt hugsan um føroyska leiklutin í Føroyingahavnini
Aksel V. Johannesen vísir aftur, at grønlendskir myndugleikar einsamallir hava ábyrgdina av Føroyingahavnini
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/dok01268_0001.jpg?itok=CIYTJ6Kp)
Einki viðlíkahald hevr verið í Føroyingahavnini í mong ár. (Savnsmynd)
30.10.2023 - 13:16
Løgmaður hevur ikki broytt hugsan um leiklutin hjá føroyingum at rudda upp í Føroyingahavnini.
Tað sigur Aksel V. Johannesen, sum í grønlendska blaðnum Sermistiaq um vikuskiftið er endurgivin fyri at siga, at Føroyingahavnin er ábyrgdin hjá grønlendskum myndugleikum.
Aksel V. Johannesen, løgmaður. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Í 1989 fór felagið Nordafar av knóranum, og ein føroyingur, nevndur Kaj Hjalgrímson, keypti tað.
Hann royndi at selja felagið aftur í 1994 men tað eydnaðist ikki. Síðani hava bygningarnir í Føroyingahavnini staðið tómir, og eingin hevur viðlíkahildið teir.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
30102023_Nordafar_og_Aksel
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV