Uppskot um gongd í haga kemur í hesi tingsetuni

Uppskot um gongd í haga kemur í hesi tingsetuni
Høgni Hoydal, landsstýrismaður, sigur, at øll vera ikki líka fegin um uppskotið
Lógaruppskot um gongd í haga kemur í hesi tingsetuni, sum endar á ólavsøku næsta ár. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
30.10.2023 - 08:33

Tað var ikki nógv, Sólvit E. Nolsø, løgtingsmaður, fekk burturúr at spyrja Høgna Hoydal, landsstýrismann, um gongd í haga.

Hann spurdi, um ætlanin er, at allir føroyingar skulu ferðast frítt í føroysku náttúruni og, hvussu økið skal skipast, tá talan er um at krevja gjald frá útlendingum.

Høgni Hoydal svarar, at lógaruppskot um gongd í haga verður lagt fyri løgtingið í hesi tingsetuni. 

Hendan tingsetan endar á ólavsøku næsta ár. 

Høgni Hoydal sigur, at til vildar øllum kann eingin gera, og tí ber til at siga, uttan at taka ov rívan til, at ikki øll vera líka fegin um uppskotið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
190857
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Langi fríggjadagur
190849
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Hósdag 17. apríl
Vinur mín í vínlandi
190832
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835