Áheitan um vápnahvíld samtykt

Áheitan um vápnahvíld samtykt
Á ST-aðalfundi í gjár samtykti ein stórur meiriluti av limalondinum eina yvirlýsing við áheitan um vápnahvíld millum Ísrael og Hamas alt fyri eitt
 
28.10.2023 - 17:08

120 lond atkvøddu fyri, og 14 lond atkvøddu ímóti, harímillum Ísrael og USA. 45 lond, harímillum Kanada, Danmark, Svøríki, Ukreina, Stórabretland, og Týskland, atkvøddu ikki.

- Tað var nógv gott í yvirlýsingini, men tað er týdningarmikið at hava javnvágina upp á pláss. Tað vantaðu tvey týdningarmikil orð í yvirlýsingini: Yvirgangsálop og gíslar. Tað manglaði ein fordøming av yvirgangsálopinum hjá Hamas, og at teir tóku fólk til gíslar. At hetta ikki kemur við er óndskapsfult. 

Tað segði Lars Løkke Rasmussen, danskur uttanríkisráðharri í skrivligum boðum til DR.

Jordan átti uppskotið til yvirlýsingina, sum tó ikki er bindandi. 

Kanada royndi at broyta yvirlýsingina, so hon eisini skuldi fordøma álopini og gíslatøkuna hjá Hamas, men tað eydnaðist ikki. 

Sambært Ritzau atkvøddu 88 lond fyri broytingaruppskotinum, harímillum USA. 55 atkvøddu ímóti og 23 atkvøddu blankt.

Fyri at eitt mál skal samtykjast krevst serstakur meiriluti, tað er minst tveir triðingar av øllum, sum hava atkvøðurætt.

Tað var 7. oktober, at Hamas leyp á Ísrael og drap yvir 1.400 fólk og tóku yvir 200 gíslar. Palestinskir myndugleikar siga, at í minsta lagi 7.000 fólk hava latið lív í mótálopunum hjá Ísrael.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948