ES-leiðarar viðgera støðuna í Miðeystri

ES-leiðarar viðgera støðuna í Miðeystri
Væntandi verður semja um eina orðing, har biðið verður um "humaniteran steðg í Gasageiranum"
Charles Michel er forseti í ES.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
27.10.2023 - 14:35

ES-toppfundur verður í Brússel í dag, har leiðarar skulu tosa um kríggiðí Miðeystri millum Hamas og Ísrael.

Forsetin í ES, Charles Michel, vil ikki hava umboð fyri Hamas við á toppfundinum.

- Hamas er yvirgangsfelagsskapur. Tí haldi eg ikki, at Hamas hevur ein leiklut á einum altjóða fundi, segði Michel eftir tíðindafund í gjár, skrivar danska Politiken.

Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini, tekur undir við Charles Michel.

 

(Mynd. AFP/Ritzau Scanpix)

 

Framvegis ymsar meiningar

Í gjár gjørdist greitt, at semja helst verður um eina orðing, har ES fer at biðja um "humaniterar steðgir" í Gasageiranum.

Hóast ES-londini semjast um humaniterar steðgir, og eru samd um at fordøma yvirgangsálopið hjá Hamas, eru framvegis ymsar meiningar um, hvørji felags tekin samveldið skal senda umheiminum um kreppuna í Gasageiranum.

- Vit halda, at sivilfólk mugu verjast, altíð og allastaðni. Vit fara at bera fram eina sera sterka og felags meining, segði Michel í gjár.

Fundurin í Brússel varar í tveir dagar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948