- Tíðindi, mentan og ítróttur
KÍ smurdi Olimpija Ljubljana av 3-0
Rene Shaki Joensen, Páll Klettskarð og Jákup B. Andreasen syrgdu í kvøld fyri einum sera sannførandi og fult uppibornum KÍ sigri á slovenska liðnum Olimpija Ljubljana.
Fyrsti føroyski sigurin nakrantíð í einum evropiskum-endaspæli fyri lið, UEFA Conference League.
Talan var í roynd og veru um ein avsmurning, hóast KÍ-leikararnir skuldu brúka eitt korter í byrjanin av dystinum, áðrenn teir komu ordiliga upp í ferð.
Myndir: Bjarni Árting Rubeksen
Eftir tað fyrsta málið, ið Rene Shaki Joensen hegnisliga setti í netið eftir eitt flott innlegg frá Árna Frederiksberg, so var bara eitt lið á vøllinum.
Olimpija Ljubljana royni at trýsta, men slovenar fingu ongantíð KÍ leikararnar á hælarnar.
Og tá Páll Klettskarð beint fyri hálvleik skoraði til 2-0, so var dysturin í roynd og veru avgjørdur. Talan var eitt mál, ið Páll sjálvur skapti eitt sindur burtur úr ongum, sum myndin eisini vísir. Kringsettur av fimm mótstøðuleikarum, tók Páll bóltin við sær, og við einari hegnisligari fintu slapp hann leysur og var ósvitaliga tryggur, tá hann sparkaði bóltin í málið.
Hóskandi var tað eisini, at KÍ-liðskiparin, Jákup B. Andreasen, slapp uppí part, tá hann stútaði eitt horna í málið í 54. minutti. Uppleggið átti nummar sjey, Árni Frederiksberg, sjálvandi.
Og so kundi framúrskarandi KÍ-fjepparaskarðin, Bláa bylgjan, ið hevði sett seg í plássini hjá Skansanum, feira sigurin við sangum sum:
"Liðið tað eitur KÍ. KÍ tað eru vit."
"Børge á landsliðið."
"Hvar er langsíðan?" (til hinar KÍ-fjeppararnar, ið svaraðu væl aftur)
"You're shit and you know it." (til Olimpija Ljubljana-leikararnar)
Gott fótbóltsskemt, ið vit kenna uttan úr heimi, serliga úr Bretlandi.
Meira liggur ikki í tí enn at KÍ-viðhaldsfólkini og -leikararnir skulu vænta at fáa tað aftur í høvdið, tá liðið næstu ferð er við undirlutan.
Nú byrjar tað at lukta av, at KÍ kann spæla seg víðari í UEFA Conference League.
Spennandi verður at fylgja hesum 23-liðnum hjá KÍ, ið fer í søgubøkurnar sum besta føroyska liðið gjøgnum tíðirnar - og so væl og virðiliga tað.