Farmaskip stoyttu saman norðan fyri Týskland

Farmaskip stoyttu saman norðan fyri Týskland
Ein maður er funnin deyður, og tveir eru bjargaðir á lívi
Skipini, sum stoyttu saman. Ovara myndin vísir Verity úr Onglandi, og á niðaru myndini er Polesie, sum er skrásett í Bahamas.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
24.10.2023 - 15:03

Sjóferðslumyndugleikarnir í Týsklandi siga nú, at ein deyður sjómaður er funnin í Norðsjónum, og at tveir eru bjargaðir á lívi.

Tað var í morgun, at enska farmaskipið Verity og Polesie, sum er skrásett í Bahamas, stoyttu saman norðan fyri Týskland.

Enska skipið, sum var á veg úr Bremen til Immingham í Onglandi, sakk eftir hendingina, skrivar Ritzau.

Framvegis eru fýra sjómenn av enska skipinum ikki funnir. Eingin fekk skaða umborð á Polesie.

Fleiri skip og tyrlur eru við í bjargingini. Aldurnar har á leið eru í løtuni um tríggjar metrar, og einki er enn at frætta um, hví skipini stoyttu saman.

  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948