Íslendskar kvinnur fara í verkfall í dag

Íslendskar kvinnur fara í verkfall í dag
Fleiri enn 40 fakfeløg taka undir við verkfallinum, eisini Katrin Jakobsdóttir, forsætisráðharri, sum hevur avlýst allar fundir í dag
Kvinnurnar hava teknað plakatir í sambandi við verkfallið í dag.
Mynd: RÚV, íslendska kringvarpið  
 
24.10.2023 - 08:40

Í dag fara íslendskar kvinnur hvørki til arbeiðis, at arbeiða heima ella at ansa børnum. Í staðin fara tær út á gøturnar at krevja javnrættindi.

Hetta er uppfylging av einum søguligum verkfalli, har íslendskar kvinnur sama dag í 1975 løgdu landið lamið fyri at gera greitt teirra stóra týdning fyri samfelagið og familjuna.

Verkfallið í dag hevur stuðul frá meira enn 40 ymiskum feløgum, og verður eisini stuðlað av íslendska forsætisráðharranum, Katrini Jakobsdóttir, sum ikki fer á nakran fund í dag. 

 

Katrin Jakobsdóttir, forsætisráðharri, fer eisini í verkfall í dag. 

 

Eiga ikki at missa løn

Íslendska stjórnin hevur flutt sín týsdagsfund og mælir tí almenna í landinum til ikki at halda løn aftur hjá teimum, sum eru í verkfalli.

Tó eru tað arbeiðsgevarar, ið ikki stuðla hesum við ikki at rinda teimum løn, sum fara í verkfall.

- Vit fara sjálvandi at fremja bráðfengis uppgávur og skurðviðgerðir, sigur Runólfur Pálsson, sjúkrahússtjóri, við almennu kringvarpsrásina, RÚV.

Heitt verður á íslendskar menn um at vísa samhaldsfesti við kvinnunum við at taka sær av arbeiði, húsi og heimi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. februar
Brot úr Føroya søgu
187467
Fríggjadag 7. februar
Breddin: Grønland
187466
Fríggjadag 7. februar
Góðan morgun Føroyar
187465
Fríggjadag 7. februar
RagnarRokk:Steffen Kummerer um A Sonication
187395
Fríggjadag 7. februar
Morgunlestur fríggjadagur 7.februar 2025
186655
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188