Jakob Ellemann-Jensen leggur frá sær sum floksformaður

Jakob Ellemann-Jensen leggur frá sær sum floksformaður
Tíðindafundur er í løtuni á Christiansborg
Jakob Ellemann-Jensen leggur frá sær sum floksformaður
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
23.10.2023 - 09:10

Formaðurin í danska Vinstraflokkinum, Jakob Ellemann-Jensen, leggur nú frá sær sum formaður, og fer sambært Ekstrablaðnum heilt úr politikki. 

Flokkurin hevur kallað inn til tíðindafund á Christiansborg klokkan 10 danska tíð, sum er beint nú. 

Til staðar á tíðindafundinum eru Jakob Ellemann-Jensen, Troels Lund Poulsen og Stephanie Lose.

Hesi bæði seinnu eru tey, sum loystu Ellemann-Jensen av, tá hann var sjúkrameldaður í eitt hálvt ár fram til 1. august. 

Sambært veljarakanningum hevur flokkurin í løtuni ta lægstu undirtøkuna millum donsku veljararnar nakrantíð.

Sí tíðindafundin her.
 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948