- Tíðindi, mentan og ítróttur
Útgjaldið úr Barsilsskipanini eigur at svara til lønarvøksturin
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/logtingid_okt.2023-3.jpg?itok=OsRxqTaH)
Akademikarafelagið biður løgtingið hækka útgjaldið hjá Barsilsskipanini, so tað í minsta lagi svarar til lønarvøksturin, ið hevur verið síðani verandi hámarksupphædd, sum er í mesta lagi 25.000 kr., kom í 2004.
Løgtingið hevur eitt uppskot hjá teimum trimum andstøðuflokkunum um at hækka hámarkið úr 25.000 kr. upp í 28.000 kr.
Akademikarafelagið sigur, at heilt órímiliga lága hámarkið, sama um tað er 25.000 ella 28.000 kr., hevur stóra ávirkan á javnstøðuna.
Felagið sigur, at pápar arbeiða meira enn undan barnsburðinum fyri at leggja upp fyri, tí mamman og húskið missa løn í barsilstiðini.
Ein orsøk til hetta er, at gjaldið úr Barsilsskipanini er so lítið.