Aki Matilda Høegh-Dam fer úr Siumut

Aki Matilda Høegh-Dam fer úr Siumut
Aki Matilda hevur seinastu tíðina funnist at formanninum í Siumut, Erik Jensen, og tilgongdina hjá flokkinum í spurninginum um, hvussu skjót loysingartilgongdin skal vera
 
07.02.2025 - 17:53

Grønlendski fólkatingslimurin Aki Matilda Høegh-Dam hevur meldað seg úr flokkinum Siumut og úr leiðsluni í flokkinum. Hon nevnir ikki, um hon fer upp í ein annan flokk, og um hon stillar upp til valið til landstingið 11. mars. 

Kringvarp Føroya hevur fingið viðmerking frá hennni fyri løtu síðani. 

- Tað var ikki løtt avgerð at fara úr einum flokki, sum eg havi verið limur í í 14 ár, - tvs. helvtina av lívinum. Eg eri móð nú og vil hava frið. Men eg eri tøk aftur í næstu viku til at svara spurningum, sigur hon við Kringvarpið í kvøld. 

Aki Matilda Høegh-Dam hevur seinastu tíðina funnist at formanninum í Siumut, Erik Jensen, og tilgongdina hjá flokkinum í spurninginum um, hvussu skjót loysingartilgongdin skal vera. 

Stjórnarflokkurin hevur áður boðað frá, at ætlanin er at hava fólkaatkvøðu um sjálvstýri næsta valskeið.

Avgerðin hjá Aki Matildu Høegh-Dam merkir, at Siumut missir sín fólkatingslim.

Unnustin hjá Aki Matildu, Kuno Fenker, sum eisini er politikair og limur í Siumut, sigur við grønlendskar miðlar, at hann umhugsar sína støðu nú um vikuskiftið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017