- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heilivág í handlarnar
"Tað er munandi meira effektiv, at fólk kunnu fáa tað sum tey hava brúk fyri í nærumhvørvinum." Sigur Terje Sigurðsson, deildarstjóri í Kappingareftirlitinum.
Tí heldur Kappingareftirlitið, at handkeypsheilivágur skal kunna keypast í øllum handlum - og ikki bara í handlum í teimum støðum, har einki apotek er.
Líka jalig er Súsanna Bertholdsen tó ikki. Landsstýriskvinnan í heilsumálum er nevniliga ímóti at liberalisera lógina.
"Tey starvsfólkini, sum arbeiða í handlum, hava ongan fakkunnleika, onga útbúgving. Tað vil siga, at tað verður eingin vegleiðing - ella kunning at fáa. Tað verður bara selt uttan at man setur spurnartekin við nakað sum helst."
Tað segði landsstýriskvinnan millum annað í gjár, tá orðaskifti var í løgtinginum. Til ber at síggja tað her: Uppskot um heilivágslóg