- Tíðindi, mentan og ítróttur
Freistin longd at skriva álit um sendistovu
Freistin longd at skriva álit um sendistovu
Miðflokkurin hevur skotið upp at hava føroysku sendistovuna í Ísrael í Jerusalem
23.10.2023 - 08:40
Uttanlandsnevndin hevur fingið longda freist til at skriva álit um uppskotið hjá Miðflokkinum um at hava føroysku sendistovuna í Ísrael í Jerusalem.
Freistin er longd til 7. november.
Uttanlandsnevndin fekk málið eftir fyrstu viðgerð 5. september og skuldi tí langt síðani havt skrivað álit.
Nevndin hevur fund fyrrapartin í morgin.
Landsstýrismaðurin í uttanríkismálum og sendimaðurin í Ísrael, Áki Johansen, eru boðsendir á fundin.
Men Høgni Hoydal, landsstýrismaður, fær ikki komið, tí hann er farin til Kina.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV