Biden kallar Putin bølmenni

Biden kallar Putin bølmenni
Hetta er ikki fallið í góða jørð í Kreml
Joe Biden, forseti. (Savnsmynd: Ritzau Scanpix)
 
20.10.2023 - 14:46

Í einari røðu í gjár kallaði amerikanski forsetin russiska starvsbróðurin fyri eitt bølmenni. 

Tað er ikki fallið í góða jørð í Kreml, skrivar tíðindastovan AFP. 

- Tað kann ikki góðtakast. Vit virða ikki slíkan tóna um russiska samveldið og um okkara forseta, sigur Dmitrij Peskov, talsmaður hjá Kreml. 

Tað var í einari røðu í gjár, at Joe Biden segði, at USA stuðlar bæði Ísrael og Ukraina í stríðnum ímóti yvirgangsbólkum sum Hamas og Russlandi. 

- Vit kunnu ikki, og vit vilja ikki lata yvirgangsbólkar sum Hamas og bølmenni sum Putin vinna. Tað má ikki henda, segði amerikanski forsetin m.a. í røðuni, sum hann helt stutt eftir hann var komin aftur til Washington eftir vitjanina í Ísrael.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. apríl
Morgunlestur leygardagur 19.apríl 2025
190559
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
190857
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Langi fríggjadagur
190849
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835