- Tíðindi, mentan og ítróttur
Helsingforsavtalan skal dagførast

Finskur professari í løgfrøði skal standa á odda hjá teimum, sum kanna, hvussu Helsingforsavtalan kann dagførast.
Tað er Elina Pirjatanniemi, sum skal standa á odda fyri kanningararbeiðnum.
Hon er professari í løgfrøði í lærda háskúlanum í Åbo.
Afturat sær hevur Elina Pirjatanniemi eitt toymi av serfrøðingum á ymiskum løgfrøðiligum økjum.
Liðugt í ár
Kanningararbeiðið skal vera liðugt í ár.
Á heysti í fjør kom tilráðing frá Norðurlandaráðnum til stjórnirnar í Norðurlondum um, at ein norðurlendsk nevnd skal setast at gera ítøkilig uppskot um at dagføra norðurlendsku grundlógina, Helsingforsavtaluna.
Millum annað skal avtalan dagførast, so limaskapurin hjá Føroyum, Grønlandi og Álandi í Norðurlandaráðnum styrkist og verður meira javnsettur við hini limalondini.