Formaðurin í Reyða Krossi: Sleppa ikki at veita hjálp

Formaðurin í Reyða Krossi: Sleppa ikki at veita hjálp
Ísrael loyvir bara 20 lastbilum við neyðhjálp at sleppa inn í Gasa, men tørvur er á í minsta lagi 100 lastbilum dagin
150 lastbilar standa klárir við neyðhjálp, men Ísrael hevur bert loyvt 20 lastbilum inn í Gasa fyribils.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
20.10.2023 - 12:21

- Heimurin stendur klárur at veita eina hjálpandi hond, men sleppur ikki. 

Tað sigur Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyða Krossi Føroya, um støðuna í Gasa, nú Ísrael noktar neyðhjálparfelagsskapum at veita hjálp.

Hann var í Breddanum fyrrapartin:

 

20102023_Joannes_1

 

Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyða Krossi Føroya. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Reyði Krossur Føroya hevur saman við landsstýrnum latið 400.000 krónur í neyðhjálp til Gasa, 400.000 krónur til Ísraels og 200.000 krónur til Afganistan. 

150 lastbilar hava í fleiri dagar staðið klárir við neyðhjálp til palestinar.

Men Ísrael hevur í fyrstu atløgu bert loyvt 20 lastbilum at sleppa um markið. Sambært ST er tørvur á 100 lastbilum við neyðhjálp um dagin, um tørvurin skal nøktast:

 

201202023_Joannes_2

 

Allur Breddin kann hoyrast her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825
Leygardag 15. februar
H71 - Neistin, kvinnur
187824