- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tingfólk ójøvn á máli um vetrarfrí í skúlanum
Ætlanin hjá landsstýrismanninum í útbúgvingarmálum um at seta í verk eina viku í vetrarferiu í februar í fólkaskúlanum hevur fingið misjavna móttøku.
Í dag var hesin spurningurin viðgjørdur í Løgtinginum, har Sólvit E. Nolsøe hevði sett Djóna Nolsø Joensen, landsstýrismanni, fyrispurning, um hann ætlar at halda fast við at seta í verk vetrarferiu, sum fyribils skal vera ein royndarætlan í trý skúlaár.
Sólvit E. Nolsøe, løgtingsmaður, spurdi landsstýrismannin í útbúgvingarmálum um vetrarfrí. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Orðaskiftið vísti, at eisini tingfólk eru ójøvn á máli um, at skúlarnir skulu hava vetrarfrí.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
Ætlanin er, at fyrsta vetrarferian verður sett í verk frá skúlaárinum 2024/25.